Skype 

 My status

Hvat er Skype.

Skype er eitt gratis forrit, sum tú leggur á telduna. Hevur tú so eitt internet samband og headsett, ja so ber til at tosað við øll onnur, sum eisini eru á internetinum og sum hava lagt Skype inn á sína teldu. Hevur tú SkypeOut ber eisini til at ringja til vanligar borð- og fartefonir.

Hvat kostar tað at ringja til eina vanliga borðtelefon úti um heimin. Klikka her: http://www.skype.com/en/rates/

Til ber eisini at nýta video. Havi roynt tað og tað riggar gott. Hetta krevur sjálvandi størri bandbreidd og eitt vevmyndatól. Heinta niðanfyri standandi fílu og royn tað.

Hevur tú hug at Kjatta

Tilberð at heinta seinastu versiónirnar/sleppingarnar niðanfyri.

Altíð seinasta slepping av Skype

 

Heinta Skype Trýst her.

 

Málfílir.

Tað er ongin forðing fyri, at hava eina málfílu sum er onnur slepping enn ta Skype tú hevur.

Um tú hevur Skype á Donskum, far so undir  Funktioner/Vælg Sprog/Hent brugerdefineret sprog/

Vel so fíluna sum tú heintaðið, klikka á "Åbn" og vupti  :-D 

 

STØRRI ÁHUGA EITT FORRIT HEVUR MEIRA ORKAÐ VERÐUR LØGD Í

 

So afturmeldinga SUPER       Send til Skype@vagur.com

Nýggjasta slepping :

Høgraklikkað á leinkjuna og vel "Gem link som:"og legg hana eitt stað har tú lætt finnur hana aftur

TÍÐARMANGUL TÍÐARMANGUL - Menn nú royni eg aftur

 

Nógvir aðrir hentleikar eru við Skype. Eg skal greiða meira frá teimum her seinnri. Klikka her fyri SogS (Spurningar  og Svar)

Mær manglar føroysk orð fyri t.d. "Video", "Executable", "Details (ikki orðið "Smálutir")" og onnur sum tit finna. Orðini verða sett á hesa síðuna.

Manglar tær ein telefonsvarara til Skype, hygg so eftir http://www.kishkish.com Nýti hann sjálvur, riggar gott. Er eisini umsett til okkara [ .fo ].

Hevur tú onkran spurning, so send mær bara ein teldupost.

Hilmar

@