Allar/flestu vegleiðingarnar eru enn á Enskum.

Q.    Riggar Skype á Windows98

A.    Ja tað ger.

Q.    Eg hoyri tey sum ringja, tey hoyra ikki meg. Ella mótsatt.

A.    Royn fyrst, - Funkur/Setan av Valmøguleikum/"Inn/Út/ - um tað ikki riggar, royn so eisini at ringja til  Echo123. Har er ein telefonsvarari, á enskum, sum tú kann royna teg við. Um tað ikki riggar, royn so eftir hesum  Sounds Setup Guide , á enskum. Hetta er tó til WinXP. Er heilt galið royn so hesa gøtuna  Troubleshooters

Q.    Mist Brúkaranavn ella loyniorð, ella konta sum ikki er virkin.

A.    Royn at lesa tað sum er á http://forum.skype.com/viewtopic.php?t=41135&highlight=username+password Ella hesa gøtuna http://forum.skype.com har finnast allar møguligar frágreiðingar

Q.    Verður ein Skype konta nakrantíð slettað av Skype.

A.    Nei. Eru trupulleikar við tíni skype kontu, far so til http://support.skype.com/?_a=tickets&_m=submit og set fram tín spurning.

Q.    Hvussu løði eg málfíluna inn í Skype.

A.    Um tú hevur sett Skype til at nýta Danskt, far so umvegis " Funktioner/Vælg Sprog/Rediger Skype-Sprogfil ". Eitt nýtt vindeyga letur upp. Klikka á " Åbn " ovaliga í vinstra hornið og klikka á mál-fíluna sum tú hevur heintað. Alt broytist nú til Føroyskt. Klikka so á " Nýt " ovaliga í høgra horni.

Q.    Kann SkypeOut ringja til eitt lokalnummar umvegis ein vekslara.

A.    Ja. Um tú nýtir " Nummar knappar " at ringja við. Ring nummarið bíða so eftir klártóna og klikka so lokalnummarið inn. T.d., um tú skal ringja til eitt lokalnummar í Danmark. Ring so 004578444400 bíða eftir klártóna klikka so á 5634. (Hugsað telefon- og lokalnummar)

Aftur